Býarbókasavnið


Øllum stendur í boði at nýta Býarbókasavnið ókeypis. Á bókasavninum eru tríggjar deildir: útlán fyri vaksin, lesistova og barnabókasavn.

Útlánið
Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum. Eitt úrval av ljóðbókum á føroyskum er á bókasavninum. Yvirlit fæst á bókasavninum. Dvd-filmar fáast eisini til láns.

Lesistovan
Bókasavnið heldur øll føroysk bløð og tíðarrit og eitt úrval av útlendskum bløðum og tíðarritum um alskyns evni. Tey nýggjastu liggja frammi, og eldri eintøk kunnu lænast.

Bókaberin
Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi sjúku, rørslubrek ella annað brek ikki kunnu koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey. Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Havn, á Velbastað ella í Kirkjubø.

Barnabókasavnið
Á barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp í ymiskar aldursbólkar. Barnabókasavnið hevur flestallar føroyskar barnabøkur og eitt stórt úrval av útlendskum. Spæliteldur, Nintendo-Wii og ein hugnaoyggj við leikum eru til børnini. Haraftrat eru ljóðbøkur og dvd-filmar til láns.

Teldur, skannari, printarar og kopimaskina

Netið er ókeypis at nýta, men gjald verður tikið fyri at prenta út.

Sjálvgreiðsla og bílegging

Á netsíðuni bbs.fo ber til at leita eftir tilfari á bókasavninum og bíleggja. Eisini ber til at ringja ella senda teldupost. Bókasavnið kann eisini útvega tilfar frá øðrum bókasøvnum. Lyfta er á bókasavninum.
Kunna teg nærri

Býarbókasavnið
Niels Finsensgøta 7
Box 358
110 Tórshavn
Tlf. 302030
bbs@bbs.fo
Netsíða: bbs.fo

Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -20
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-17
sunnudag: 14-17