Frítíðarskúlin í Hoyvík


UM STOVNIN
Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn í 1. og 2. flokki í Hoyvíkar skúla. Eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn í 3. flokki.

ENDAMÁLSORÐING
Tað er sera umráðandi, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi, har tað hevur møguleikar at menna seg á øllum økjum. Tá børnini eru í frítíðarskúla, eru tey í tryggum kørmum, ið eru sosialt stimbrandi og mennandi, har dentur verður lagdur á ta skapandi og kropsligu menningina.

NÁMSFRØÐI
Vit leggja áherðslu á tað fría spælið, ið hoyrir heima í einum frítíðarskúla, tvs. at sjálvslæran er eitt, sum vit læra og menna børnini til. Vit skapa dragandi og freistandi námsfrøðilig tilboð, m.a.: rørslu, verkstovu, teldur, túrar, náttúru o.a. sum verða stýrd av starvsfólki, og er tað í flestu førum børnini sjálvi, ið gera av, um tey eru við til tað ávísa virksemi.
Vit leggja áherðslu á dygd, nærveru og yrkisføri.

MATVIÐURSKIFTI
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, og verður matpakkin etin í skúlatíðini. Á leið kl. 14.00 bjóða vit børnunum ein lættan millummála.

UPPLATINGARTÍÐIR
Frítíðarskúlin og frítíðartilboðið eru opin aftan á vanliga skúlatíð og til kl. 17.00

SAMBAND
Samband fæst altíð við okkum á tlf: 212729. Børnini sleppa ikki at ringja heim sjálvi, men gerst hetta neyðugt, ringir eitt starvsfólk. Foreldur sleppa altíð at lána telefonina, um tað er neyðugt. Telefonirnar hjá børnunum skulu liggja í skúlataskuni ella jakkanum og skulu vera sløktar í frítíðarskúlatíðini. Øll boð, ið foreldur vilja geva barni sínum, skulu gevast umvegis starvsfólkatelefonina tlf: 212729.

Samband fæst við stovnsleiðarin á tlf: 214789 og á bjarnibe@torshavn.fo

Onnur viðurskifti standa í faldarinum, ið verður latin við frítíðarskúlabyrjan







Kunning/Spurningar
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO 188 Hoyvík

Gólvtelefon: 212729
Frítíðartilboðið til 3. fl. 282927

T-postur: bjarnibe@torshavn.fo
Netsíða: facebook.com/ftshoyvik

Leiðari: Bjarni Beder
Tel. 214789

Álitisfólk: Jórun S. Jacobsen

Upplatingartíðir: Mán-frí kl. 11.00-17.00