Smittuvandin er stórur í løtuni og harvið eisini vandin fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.
Allir borgarar mugu tí halda frástøðu, brúka masku í bussinum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum.
Smittutrýstið er rættiliga stórt, og vandi er fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.
Allir borgarar mugu tí brúka masku og halda frástøðu í bussum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum.
Millum annað verður Gríms Kambans gøta stongd fyri ferðslu mánadagin millum kl. 9.30-13, og fjarhitagrevstur á Dalavegnum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu.
Somuleiðis fer eitt umvælingararbeiði við Skriðubakka og Krossgøtu í Kaldbak at ávirka ferðsluna í økinum.
Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.
Skúlainnskrivingin er opin til og við 17. januar.
Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Tað merkir millum annað, at foreldur mugu bíleggja sær MínLykil fyri at bóka pláss.
Les meira á síðu okkara um skúlainnskrivingina 2021.
Hálvan januar 2021 byrjar arbeiði at bøta um brimskaða niðast á Skriðubakka í Kaldbak. Samstundis umvæla vit kloakkskipanina í økinum frá Krossgøtu 21 og eystur um Skriðubakka.
Arbeiðið fer væntandi at órógva ferðsluna.
Mánadagin 18. januar 2021 byrjar grevstur fyri fjarhita á Dalavegnum.
Arbeiðið ber í sær, at eingin gjøgnumkoyrin verður eftir Dalavegnum frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonargøtu.
Vegna arbeiði í Gríms Kambans gøtu mánadagin 18. januar, verður eingin ferðsla loyvd frá klokkan 9.30-13.
Ein lítil samkoma var savnað í Skúlanum á Argjahamri seinnapartin, nú Louisa Poulsen í dag 15. januar hevur ikki minni enn 30-ára starvsdag sum skrivari.
Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN.
Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.