22. mai 2019
Gera gongubrúgv um Sandá í Sandágerði
Tórshavnar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við at gera gøtur í frílendunum í kommununi. Nógvar lendisgøtur eru gjørdar, og kring Havnina verður arbeitt við einum gøturingi, sum skal ganga kring alla Havnina og knýta flestu frílendini saman. Hesin gøturingurin verður gjørdur í stigum.

Úti í Sandágerði hevur ynski í longri tíð verið um at gera eina gonguleið tvørtur um Sandá, soleiðis at tað verður lætt atkomuligt til gongu millum Havnina og Argir. Henda brúgv kemur somuleiðis at knýta seg í gøtuskipanina kring Havnina, sum arbeitt verður við.

Eitt uppskot til eina gongubrúgv tvørtur um Sandá varð lagt fyri avvarðandi nevndum í mánaðinum.

Ætlaða brúgvin og gøtusambandið liggur innanfyri forn- og náttúrufriðaða økið í Sandagerði, og skal ætlanin sostatt góðkennast av friðingarmyndugleikunum. Uppskotið er, at brúgvin verður gjørd í sama sniði, sum aðrar brýr í grønu økjunum í býnum. Útvalda sniðið er einkult og byggitøkniliga er sniðið tillagað økið, soleiðis at ikki verður neyðugt at hava stuðlandi súlur niður í ánna.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 08. mai at taka undir við tilmælinum um at seta brúnna í verk, tað sama gjørdi fíggjarnevndin 15. mai 2019, og kemur málið fyri býráðið nú hóskvøldið.