17. mars 2020
Tilbúgving: Starvsfólk til okkara eldru
Heilsu- og umsorganartænastan heitir á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram at vera tøk og at hjálpa okkum á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tú kanst hjálpa á eldrabústovnum og í heimarøktini. Ert tú ikki heilsustarvsfólk, frætta vit eisini fegin frá tær.

Eldraøkið er eitt av teimum økjunum, sum kann verða kroyst, nú korona av álvara ger um seg í Føroyum. Ein tilbúgving verður tí skipað til røkt á eldraøkinum, sum kann lætta um hjá verandi starvsfólkum, um tørvur verður á tí.

Vit heita á øll, sum kenna seg før fyri tí, at skráseta seg á sjálvgreiðsluni, sum er at finna á koronasíðuni á torshavn.fo, soleiðis at vit kunnu heita á teg, um tørvur verður á tí.

Eru spurningar, kanst tú seta teg í samband við Jónhild Abrahamsen, starvsfólkadeildin t- post jonhilda@torshavn.fo ella ring tlf 252542