17. mars 2020
Korona: Í mesta lagi 10 fólk í bussunum samstundis
Bussleiðin koyrir sum vant, men bara 9 ferðandi (umframt bussførarin) kunnu vera í bussunum samstundis. Hetta stigið verður tikið, nú landsmyndugleikarnir mæla til, at í mesta lagi 10 fólk kunnu verða savnað saman við fjarstøðu hvørt til annað.

Í løtuni eru bussarnir serliga ætlaðir starvsfólkum, sum røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Hetta eru starvsfólk í heilsuverkinum, á eldraøkinum, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Heitt verður samstundis á eldri fólk um ikki at brúka bussarnar fyribils.

Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag við serligum spritti, sum sóttreinsar alt í eina viku. Bussarnir verða sóttreinsaðir við hesum spritti hvønn dag, nú koronasmittan av álvara ger um seg í Føroyum.