17. mars 2020
Kommunan undir átøk at hjálpa vinnulívinum
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar Kommuna nú fer undir fleiri bæði størri og smærri átøk til tess at hjálpa vinnulívinum í kommununi. Nú fyrrapartin heitti stjórnin á allar deildir og stovnar í kommununi um at avgreiða allar rokningar og fakturar so skjótt sum til ber.

- Tað fyrsta, vit gera nú, er at gjalda allar rokningarnar, hóast freistin ikki er farin. Hetta fer at gera ein góðan mun og hjálpa einum parti av vinnuni við gjaldførinum. Veitarar, fyritøkur og flest allir partar av vinnuni hava avbjóðandi tíðir fyri framman, hvat ið umsetningi og gjaldføri viðvíkur.

- Tað er eisini soleiðis, at kommunan kann framskunda smærri umvælingararbeiði, fyri at halda vinnuna koyrandi. Væntandi koma fleiri átøk, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.