18. mars 2020
Viðvíkjandi koronasmittu á Dagstovninum við Velbastaðvegin
Tórshavnar kommununa sendi um nátturðatíð tann 17. mars stutt tíðindi um, at eitt starvsfólk á Dagstovninum við Velbastaðvegin hevur fingið staðfest koronasmittu. 

Starvsfólkið, ið hevur fingið staðfest smittu, er nú í sóttarhaldi. Starvsfólkið hevði síðsta starvsdag saman við børnum mikudagin í síðstu viku. Hósdagin eftir arbeiðstíð og fríggjadagin hevur starvsfólkið verið á stovninum til annað arbeiði, men ikki saman við børnum.

Starvsfólkið hevur latið heilsumyndugleikunum upplýsingar um, hvørjum starvsfólkið hevur verið í nærkontakt við frá hósdegnum. Tað er eisini heilsumyndugleikarnir, ið geva boð um sóttarhald, og tá verða viðkomandi ringd upp.

Støða verður tikin seinni um, nær stovnurin letur upp aftur.