19. mars 2020
Korona: Tænasturnar hjá Endurnýtsluni
Endurnýtslan á Hjalla er opin sum vanligt, men heitt verður á øll um at vísa atlit og halda fjarstøðu til tess at minka um smittuvandan frá Korona. Her er yvirlit yvir tænasturnar komandi tíðina.

Fyrisiting
Alt samskifti við borgarar og viðskiftafólk verður umvegis telefon ella t-post.

Endurnýtslan og Tyrvingarplássið
Opið sum vanligt.

Rotttangatøming
Koyra sum vanligt.

Ruskinnsavning
Verður heintað sum vanligt, tó verður mælt til at binda fyri gráa posan vegna smittuvanda.

Dugni
Bingjan er stongd vegna smittuvanda.