19. mars 2020
Korona: Boð frá barnatannrøktini
Allar kanningar og viðgerðir eru fyribils útsettar til eftir 27. mars.

Barnatannrøktin hevur eina bráðfeingis vaktarskipan hvønn gerandisdag frá kl. 9-12. Til ber at ringja á tel 302525 og tosa við ein tannlækna.
Mett verður um bráðfeingis støður, og hond verður tikin um hesar í hvørjum einstøkum føri út frá fakligum sjónarmiði.

Til teirra, ið fáa eina tannrættingarviðgerð ella brúka boyla:

Tit skulu endiliga halda fram við at brúka boylan, tó

• Allar leysar plátur / boylar skulu bert brúkast um náttina og IKKI skrúvast hesa tíðina
• Fastsitandi boylar:
o Um tú brúkar elastikktrekk, so brúka bert hetta um náttina. Skuldi okkurt brotnað á boylanum, heita vit á teg / tykkum sjálvi at taka hetta av í teimum førum, tað ber til
o Um tú ert heilt í neyð, so ring til barnatannrøktina millum kl. 9-12 gerandisdagar