19. mars 2020
Góð ráð til venjingar í koronatíðum
Tað er eingin orsøk til ikki at venja og røra seg, hóast vanligu venjingartilboðini, sum kommunan skipar fyri, t.d. venjingarnar í badmintonhøllini og fimleikahøllini í Kollafirði, Open Gym í Burn, Endurvenjingarliðini o.s.fr. ikki eru virkin í løtuni.

Tað ber væl til at gera ymiskt gott fyri kroppin, har man er, men tað kann kanska verða trupult at vita, hvat og hvussu.

Tí hevur Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu samlað nøkur dømi, sum tit kunnu nýta til íbástur

Góða venjing!

Fyrsta leinki er ein sjónfíla við 10 venjingum, sum styrkja allan kroppin.
Venjingarskráin tekur 17 min. Tit skulu brúka ein stól, eitt teppi, nakrar vatnfløskur, ein skammil, og ein innkeypsposa.

Venjing 1

Næsta leinki er ein sjónfíla við løttum venjingum, sum virka allan kroppin ígjøgnum við stuðli av einum stóli. 

Venjingarskráin tekur einans 6 min, men til ber sjálvandi at taka fleiri rundir.

Venjing 2

Síðsta leinki er ein sjónfíla við úrspenningarvenjingum, sum er góð at nýta fyri at skapa ró í kroppinum. Úrspenningin ávirkar nervalagið, úrspennur vøddar og vevnað, og heilin fær eina hvíld.

Hetta tekur umleið 18 min.

Venjing 3