23. mars 2020
Tórsgøta opin á netinum
Tónleikarar og listafólk hava einki alment virksemi, nú korona ger um seg. Tí fara tey í Tórsgøtu at skipa fyri beinleiðis tiltøkum, har endamálið er at stuðla listafólki og fjálga um føroyingar.

Heilt nógvir bólkar høvdu nógv á skránni í mars, men so kom korona og hálaði stikkið úr. Men nú kunnu tónleikarar seta stikkið í aftur, tí beinleiðis konsertir verða í næstum stroymdar úr Reinsarínum.

Í fyrstu atløgu er talan um tvær konsertir um vikuna.

- Hetta skapar inntøkur til okkara tónleikarar, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.

- Vit arbeiða eisini við at skipa fyri øðrum mentanartiltøkum sum bókaframløgum, upplestri og øðrum, sigur forkvinnan í s
tuttari viðmerking.