23. mars 2020
Tími jarðarinnar verður leygarkvøldið
Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Tími jarðarinnar ella Earth Hour. Í ein tíma sløkkja menniskju kring allan knøttin ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.

Ljósini í miðbýnum eru sløkt millum kl. 20:30-21:30 leygarkvøldið 28. mars. 

Vegna koronasmittuna er einki tiltak í Tinghúsgarðinum. Tiltakið verður í staðin á sosialu miðlunum. 

Næstu dagarnar kunnu tit fylgja við á facebook.com/earthhourtorshavn, har Jón Aldará, umboð fyri Tjóðsavnið, fer at siga okkum eitt sindur um ljósdálking og lívmargfeldi í Føroyum.

Eisini fer Býarbókasavnið at viðmæla okkum bøkur um omanfyrinevndu evnir, og Hans Andrias fer at hugna um við góðum tónleiki, áðrenn forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, fer at siga nøkur orð og sløkkja ljósið.