25. mars 2020
Venjingar á netnum til pensjónistar hvønn mikumorgun
Nógv eldri fólk brúka venjingartilboðini í Tórshavnar kommunu. Nú korona órógvar alt samfelagið, ber ikki til at venja sum vant t.d. venjingarnar í badmintonhøllini og fimleikahøllini í Kollafirði, Open Gym í Burn, Endurvenjingarliðini o.s.fr. 

Tað ber væl til at gera ymiskt gott fyri kroppin, har man er, men tað er kanska trupult at vita, hvat og hvussu.

So leingi korona byrgir okkum av hvør frá øðrum, verður ein nýggj venjing til pensjónistar løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu hvønn mikumorgun kl 10. Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu stendur fyri venjingini. 

Venjing Fyrri partur

Venjing Annar partur 

- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.

Pensjónistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin. Næsta mikudag kemur nýggj venjing út.

Góða venjing!