26. mars 2020
Barnavernd í koronatíðum
Sóttarhald og tað, at vit øll eru meira heima, kann verða serliga avbjóðandi hjá børnum, sum frammanundan hava tað trupult heima.

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu er - nú sum áður - tøk alt døgnið at veita ráðgeving og hjálp til børn og familjur. Telefon og teldupostur hjá Barnaverndartænastuni í Torshavnar kommunu er at finna her.

Spurningar, sum snúgva seg um korona, svarast á tlf. 304040, og kunning finst á: korona.fo

Setið tykkum í samband við barnaverndartænastuna, skuldi tørvur verið á bráðfeingis hjálp til børn vegna foreldranna vantandi umsorgan, harðskap ella øðrum ágangi.

Vaktelefonin svarar alt døgnið, men er bert ætlað til bráðfeingis støður.

Ert tú stúrin um umstøðurnar hjá einum barni, uttan at talan er um eina bráðfeingis støðu, eigur tú at fráboða barnaverndartænastuni um hetta.