26. mars 2020
Sig tína hugsan um Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt verður nú endurskoðað. Ætlanin var at hava eina røð av arbeiðsfundum við borgarar og onnur, sum eru í økinum. Vandin fyri koronasmittu gjørdi, at fundirnir vórðu avlýstir. 

Tórshavnar kommuna hevur í staðin fyrireikað eina talgilda kanning, har tit kunnu skráseta tey viðurskifti á Karlamagnusarbreyt, ið tit halda skulu betrast.

Hvat halda tit um ferðslutrygdina og møguleikarnar fyri parkering?
Hvat kann gerast fyri trivnaðin?
Er tørvur á at skipa fríøki?

Harafturat verður arbeitt við at skipa Torgið við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøkið við Hoyvíksvøll.

Tykkara vitan er sera týdningarmikil, soleiðis at umsitingin hjá kommununi kann menna økið við støði í tykkara upplivingum.

Trýst á leinki og tak lut í kanningini: https://arcg.is/0vKWb4