27. mars 2020
Skjótt verður lutakast um grundøki í Nólsoy
Nú nærkast til lutakast verður um nýggj grundøki í Nólsoy. Enn ber til at skriva seg upp til lutakastið um grundøkini nr 1,3,4,6 og 7. Sí tekning, nærri upplýsingar og skriva teg upp HER.

Seinasta freist at skriva seg upp er kl. 24.00 týsdagin 31. mars 2020. 

Tá ið freistin at skriva seg upp er farin, verður kastað lut millum øll tey, sum hava meldað seg til lutakastið, og sum lúka treytirnar fyri at fáa lutað grundøki frá Tórshavnar kommunu.