27. mars 2020
GÓÐAN SÚKKLUTÚR!
Meiri rúmsátt er á vegnunum, nú Korona herjar, og færri bilar enn vanligt fylla vegirnar. Ístaðin eru fleiri súkklur at síggja á vegunum, enn nakrantíð áður.

Høvið er einastandandi at finna súkkluna fram og uppliva vegirnar á ein øðrvísi hátt.
Í 2020 er ein millión sett av til at gera Tórshavnar kommunu súkkluvinarliga. Um fleiri súkklaðu, hevði tað havt gagnligt árin á fólkaheilsuna, gjørt at meiri pláss bleiv leysgivið og minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum, luftdálking og mikroplast. Tí skulu lutfallsliga nógvu súkklurnar, sum eru at síggja um dagarnar, eisini vera partur av ferðsluni framyvir.

Vegir, har nógv ferðsla er, kunnu kennast ótryggir, og vanliga eru fá børn og ung í ferðsluni á súkklu. Tað er umráðandi, at pláss er fyri yngri súkklarum, og hesir fáa eina trygga farleið, tá skúlarnir lata upp aftur.

Ymsir hættir eru at skapa eitt trygt súkklukervi, og tað er ikki altíð, at tað er gjørligt ella ein góð loysn at vegirnir verða gjørdir breiðari. Neyðugt verður hartil at einsrætta bilferðslu á nøkrum vegum, gera nógv meiri súkklumerking, seta hámarksferðina niður, t.d. á skúlaleiðum og gera bilfrí øki. Á ávísum vegum ber eisini til at taka parkeringpláss fram við vegnum burtur.

Í 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna eina kanning av 500 borgarum yvir 18 ár, sum vísti at
- 57% eiga egna súkklu
- av teimum sum eiga súkklu, hava 4% eina el-súkklu
- av teimum sum ikki eiga súkklu, umhugsa 24% at keypa sær súkklu
- 70% hava 5 km ella styttri til arbeiðis
- 81% brúka bil tá tey fara til arbeiðis