27. mars 2020
Tillukku til Byrsumúla við teimum 40 árunum
- Tórshavnar kommuna ynskir Byrsumúla so hjartaliga tillukku við føðingardegnum – vit vóna at geva tykkum eina nýggja skjótibreyt í føðingardagsgávu í summar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, sum harmast um, at bæði føðingardagurin og stóra kappingin eru avlýst orsakað av koronakreppuni.

Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli. Í dag skriva vit 27. mars 2020, tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.

Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum sett av pening til at uppstiga og
nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.

186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinastu tíðina hevur tilgongdin av
nýggjum limum verið stór, og tí hevur felagið sett í verk eina skipan til móttøku av nýggjum
limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.

Annika Olsen fegnast eisini um, at uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum staðið seg sera væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.

- Føðingardagsveitslan og føðingardagskappingin í morgin er avlýst, men vit venda sterkt aftur, tá líkindi aftur verða at halda bæði føðingardag og kapping, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.