30. mars 2020
Vælnøgdir kundar í bíðirøð á endurnýtsluni
Tey vitjandi á endurnýtsluni vóru so kurteislig í dag, at tey eisini hildu tveir metra frástøðu millum bilarnar, segði ein nøgdur kundi, sum í dag nýtti høvið at sleppa av við órudd.

Í løtuni er endurnýtslan opin sum vant, men avmarkingar eru settar fyri, hvussu nógvir bilar kunnu vera inni á økinum í senn. Hetta er gjørt fyri at forða fyri, at ovnógv fólk troðkast saman og til tess at avmarka smittu. Men tað sá út til at rigga stak væl.

John Erik Hansen, leiðari á Brennistøðini, sigur, at samskiftið við kundarnar gongur frálíka væl og fólk ansa væl eftir sær sjálvum og øðrum. Opið er sum vant, men fólk mugu bara taka við, at tað kanska tekur eina løtu longri enn vanligt at sleppa inn á økið.