30. mars 2020
Vatn og ljós mugu vit hava
Skal ein støðugt vaska sær um hendurnar er av størsta týdningi, at vatn er í krananum. Á Vatn- og Gøtuljósdeildini eru fólk til arbeiðis. Starvsfólkið er býtt í smærri eindir sum ger hópin av ymsum arbeiðum kring alla kommununa – m.a. verður støðugt arbeitt uppá at skifta gomlu gøtulyktirnar um við LED-ljós.

Mongu lýsingar um at stongt verður fyri vatninum ymsa staðni benda eisini á, at vatndeildin hevur úr at gera. Í dag hittu vit tveir vælnøgdar menn frá vatndeildini inni í Kaldbak, har teir høvdu syrgt fyri, at kaldbaksfólk fáa reint og gott vatn.