30. mars 2020
Brandstøðin stongd – men øll eru á vakt
Eitt av mest einsamøllu størvunum í landinum í løtuni er at vera telefonpassari á Brandstøðini. Tí har sleppur ongin inn. Tey fáu, sum eru til arbeiðis, eru sett til uppgávur, sum hava ligið á láni, sigur brandmeistarin Heini S. Østerø.

Sløkkiliðsfólkini eru ikki á støðini. Heini hevur givið boð um at tey skulu halda seg langt vekk – tey sleppa sostatt heldur ikki til teir regluligu kaffiløturnar á støðini, har allir trupulleikar annars vórðu loystir og ætlanir lagdar fyri dagin og vikuna.

Hinvegin, so eru øll sløkkiliðsfólkini klár at traðka til. Tí hóast Brandstøðini er stongd, so eru tey øll á vakt, skuldi nakað hent, ið krevur teirra innsats.