01. apríl 2020
Mikudagsvenjing til pensjónistar á netinum
So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjónistarnar í kommununi.


Í dag er tað Niklas Reginsson, fysioterapeutur, sum stendur fyri venjingini.

So leingi korona byrgir okkum av hvør frá øðrum, verður ein nýggj venjing til pensjónistar løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu hvønn mikudag fyrrapart kl 10. 

- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.

Pensjónistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin. Næsta mikudag kemur nýggj venjing út.

Góða venjing!