01. apríl 2020
Korona: Ansið eftir Nólsoy og Hesti
Heitt verður á øll, sum ætla sær út í smærru oyggjarnar í Tórshavnar kommunu um páskirnar, um at taka serlig atlit at teimum, sum búgva í oyggjunum.

Korona ger enn um seg, og almennu tiltøkini standa framvegis við. Tað er umráðandi, at bæði Nólsoy og Hestur eru so væl vardar ímóti korana, sum til ber. Tí skulu fólk, sum ikki eru búsitandi í oyggjunum, hugsa seg væl um, áðrenn leiðin gongur út í oyggjarnar at vitja.

Nólsoy og Hestur eru smásamfeløg, og spjaðir smittan seg fyrst í oyggjunum, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri bygdarfólkið.