30. apríl 2020
4 milliónir til Langhylin
Arbeiðið at leggja Langhylin í Gundadali til rættis, er nú komið væl áleiðis. 

Nú verða játtaðar 4 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum fara til at fyrireika verkætlanina endaliga. Talan verður um at beina burtur ÍSF-húsið, rigga byggipláss til og at fara undir jørð- og lendisarbeiðið.

Høvuðsverkætlanin fer til politiska viðgerð um nakrar vikur og verður ætlandi boðin út í summar.

Farið verður undir sjálva byggiverkætlanina til heystar.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld. Fundurin verður stroymdur beinleiðis á torshavn.fo