07. mai 2020
Frítíðar- og ítróttapolitikkur til hoyringar
Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs hevur samtykt at senda uppskot til ein frítíðar- og ítróttapolitikk til hoyringar. Á henda hátt fáa feløg, felagsskapir og onnur áhugaði høvi at gera viðmerkingar til uppskotið. 

Frítíðar- og ítróttapolitikkur, uppskot til hoyringar.pdf

Frítíðar- og ítróttavirksemi hevur farnu árini fylt nógv í íløgujáttanini og í býarskipanarligu ráðleggingini. Tórshavnar kommuna hevur nú arbeitt við einum yvirskipaðum politikki, ið er eitt boð uppá, hvussu økið kann umsitast og mennast í framtíðini. Politikkurin hevur trý høvuðsendamál, ið verða undirbygd við settum málum og lýst við viðkomandi evnum í trimum pørtum. Høvuðsendamálini eru 1) góð heilsa fyri øll – allir borgarar skulu hava umstøður at vera virkin, 2) dygd og menning innan karmar og hentleikar og 3) miðvísar stuðulsskipanir.

Til ein komandi frítíðar- og ítróttapolitikk verða tað ætlandi gjørdar ítøkiligar arbeiðsætlanir v.m. samsvarandi endamálinum við frítíðar- og ítróttapolitikkinum.

Freistin er týsdagin 2. juni kl. 12:00. Hoyringarsvar verða at senda til torshavn@torshavn.fo, merkið teldupostin “Hoyring frítíðar- og ítróttapolitikkur”. Í sambandi við møguligar spurningar og ivamál ber til at seta seg í samband við Ingibjørg Petersen, fulltrúa á mentamáladeildini, tlf. 302121, teldupost: ingibjorgp@torshavn.fo