14. mai 2020
Myndakapping á Ruddingardøgunum
Tak mynd av ruskinum á ruddingardøgunum 2020

Ver við til at savna vitan um, hvat slag av burturkasti er at finna í Tórshavnar kommunu ella vís okkum, hvussu tit ruddaðu. 

Sendið myndir av tí, sum tit hava savnað á ruddingardegnum 2020 ella av tykkum, sum rudda. Lutakast verður millum øll sum senda myndir og 2 vinningar verða burturlutaðir.

Treytirnar eru hesar:

1. at ein bólkur á minst 10 persónar ruddar eitt økið
2. at bólkurin sendir 2-3 myndir frá degnum til ruddingardagar@torshavn.fo

Tað eru bara bólkar, sum rudda, sum kunnu taka lut í kappingini.

Vinningurin er 4000 krónur. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rættin at brúka myndirnar, sum verða senda inn. 

Seinasta freist at melda seg til ruddingardagar 2020 er í dag hósdagin 14. mai.

Melda til HER.