18. mai 2020
Gev títt íkast til ferðavinnuna í Kirkjubø
Hvussu heldur tú, at umstøðurnar til ferðavinnu í Kirkjubø skulu betrast til gangs fyri íbúgvar og vitjandi? Fleiri enn 40 borgarar hava longu tikið lut í talgildu kanningini, sum Tórshavnar kommuna, Visit Torshavn og Landsverk hava sett í verk.

Tú nært enn at taka lut umvegis hetta leinki: https://app.maptionnaire.com/da/8476/

Kanningin endar fríggjadagin 22 mai. Tá fara Tórshavnar kommuna, Visit Torshavn og Landsverk at viðgera viðmerkingar og hugskot, sum eru komin og fyrireika komandi verkætlanir nærri.

Kanningin er serliga ætlað borgarum, sum búgva ella hava eitthvørt tilknýti til Kirkjubø.