19. mai 2020
REISIGILDI VERÐUR Í MORGIN
Arbeiðið at gera nýggju langsíðuna á Tórvølli hevur gingið væl. Veðrið argaði eitt sindur í vetur og so hevur koronatíðin eisini verið avbjóðandi. Men arbeiðsfólkið hevur verið gott, og ætlandi verður alt liðugt um eitt ár, verður upplýst á heimasíðuni hjá FSF.

Fyri trimum árum síðani varð avgerð tikin um at taka gamla FSF-húsið niður, og síðani byggja nýtt. Tað er J&K Petersen, saman við MAP Arkitektum, ið stendur fyri arbeiðinum, og í løtuni sær út til, at tíðarætlanin fer at halda.

Seinastu vikurnar eru stóru stálkonstruktiónirnar settar upp, og hetta arbeiðið er nú komið so mikið ávegis, at seinnapartin í morgin - mikudagin 20. mai - verður skipað fyri reisigildi.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya fara at føra fram røðu, umframt at byggileiðarin fer at kunna um verkætlanina. Tiltakið, sum er fyri innbodnum, byrjar klokkan 15:00.

Tá Tórsvøllur stendur liðugur verður pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum. Fyrsta stóra tiltakið á einum fullfíggjaðum Tórsvølli, verður EM-endaspælið fyri Gentur U17, sum verður í Føroyum í apríl-mai komandi ár.