19. mai 2020
Mikudagsvenjingin í Sjónvarpinum

Seinastu tveir mánaðirnar hava pensjónistar í Tórshavnar kommunu vant hvønn mikudag á netinum, nú Badmintonhøllin, har 70 borgarar vanliga venja, er stongd. 

Nú verða venjingarnar at síggja í Sjónvarpinum. Fyrsta sjónvarpaða venjingin verður í morgin mikudag klokkan 10. Venjingin verður endursend fríggjadag klokkan 10. 

So nú er bara hjá pensjónistum at tendra Sjónvarpið mikudagar klokkan 10, og so ber til at venja.  

Tríggir fysioterapeutar standa fyri venjingini, sum verður víst í morgin. Sendingin er áleið 30 minuttir.