19. mai 2020
Stóratjørn: SNA og MAP hava vunnið
Tórshavnar kommuna er í støðugari menning, og merkist fólkavøksturin væl í høvuðsstaðarøkinum.

Tørvur er á at víðka um býin fyri at nøkta bústaðatørvin.

Les Dómsnevndarálitið.pdf 

Sambært kommunuætlanini er økið við Stórutjørn eitt av økjunum ið hóskar seg væl til býarvøkstur.

Landafrøðiliga liggur økið væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Økið er tilsamans 800.000 m2 til støddar og liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og hagan fyri vestan.





28. november 2019 og aftur 12. desember 2019 samtykti Tórshavnar býráð at ætlanin, “Skipan av Stórutjørn”, varð boðin út til almenna undangóðkenning, soleiðis at kommunan kundi velja nakrar ráðgevar til at luttaka í hugskotskapping at gera uppskot til “Skipan av Stórutjørn”.

7 umsóknir um undangóðkenning komu inn, og 4 toymi vórðu undangóðkend:

Hesi eru Selmar Nielsen arkitektur, Map arkitektar, Henning Larsen North Atlantic og Fuglark.

Hesi eru Map arkitektar, Selmar NieHenning Larsen North Atlantic, , Fuglark og

Kappingin varð, eins og restin av samfelagnum rakt av Korona farsóttini, so freistin at lata inn kappingaruppskot varð flutt frá 23. mars til 17. apríl.


Dómsnevndin.

Dómsnevndin:
Tveir fakdómarar, sum Arktitektafelag Føroya tilnevndi, Ellen Marie Braae, landslagsarkitektur útlendskur dómari og Ole Jensen, arkitektur,

Tvey umboð úr umsitingini, Bogi Jacobsen, teknisku stjóri og Birita Wardum, býararkitektur.

Tvey politisk umboð, Marin Katrinu Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini og forkvinna í dómsnevndini og Heðin Mortensen umboðandi andstøðuna.

Ráðgevar hjá dómsnevndini við ongum avgerðarrætti:
• Michael Jacobæus, landslagsarkitektur
• Janus Hansen, ráðgevi innan djóralív
• Barbara Mikkelsen, leiðari á býarskipanardeildini

Skrivari hjá dómsnevndini:
• Rakul Vest Højgaard og Marjun Simonsen, Tórshavnar kommuna

Kappingarskrivari:
• Tórálvur Weihe, Arkitektafelag Føroya

Uppskotini eru dømd út frá hesum fortreytum, sum tó ikki eru at skilja sum ein
raðfesting:

• Dygdin í heildarætlanini í mun til býarskipan, lendisviðgerð, býarrúm,
funktionalitet, burðardygd og ferðsluloysnir.
• Í hvønn mun uppskotið til heildarætlanina fylgir visjónunum og lýkur krøv
og ynskir í kappingarskránni.


Forkvinnan í dómsnevndini, Marin Katrina Frýdal.

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð til fyriskiparan, sum fevnir um:
• Almennar eygleiðingar, royndir og niðurstøður frá kappingini
• Útgreinaðar niðurstøður og metingar fyri uppskotini
• Grundgivið tilmæli um býti av virðislønum
• Tilmæli til víðari arbeiði við uppskotunum

Samlaða upphæddin hjá dómsnevndini at ráða yvir til virðislønir og møguligt
keyp av uppskotum var 800.000 kr., og lýsir dómsúrskurðurin hvussu hesar skuldu býtast millum uppskotini.

Sbrt. kappingartreytunum verða tann/tey, sum vinna 1. virðisløn í samlaðu dømingini, knýtt at prosjekteringsarbeiðinum sum ráðgevi at gera forprosjekt til fremstu raðfesting av ætlanini.



Almennar viðmerkingar
- Visjónir, vónir og ásetingar lýstar í kappingarskránni vísa, at fyrilit skal havast fyri nógvum viðurskiftum, fyri at borgarar skulu trívast og mennast.
- Grønar loysnir og fyrilit fyri náttúruni og lendinum er raðfest ovarlaga.
- Endalig linjuføring av innkomuvegnum er ikki liðug, og hevur hetta havt avleiðingar fyri uppskot til loysnir av vegasambondum.
- Øll kappingaruppskotini lýsa, hvussu byggjast kann við virðing fyri sermerkta landslagnum.
- Dentur er lagdur á at virða plantu- og djóralív, men ásannast má at umstøðurnar broytast tá fólk flytur inn í økið.
Munur er á, hvussu ymisku uppskotini eru skipaði og hvørja ávirkan tey hava á fuglalívið.
- Øll uppskotini vísa dalinum og kráunum ans, nøkur uppskot meira enn onnur.
- Uppskotini vísa, hvussu ymiskt miðdepilsvirksemið verður handfarið í mun til ymsar býarfatanir – frá almennum býartorgum til smærri staðbundin grannaløgstorg.
- Øll uppskotini vísa loysnir, ið leggja dent á møguleika fyri felagsskapi og felagsvirksemi, og vísa á møguleika fyri fjølbroytni í mun til stødd, slag og skyldu til luttøku í felagsskapinum.
- Uppskotini vísa dømi um, hvussu Stóratjørn kann skipast og mennast til ein heilskapaðan og serstakan býarpart.
- Dómsnevndin hevur valt uppskotini 95516 og 61218 sum vinnarar .
- Uppskot 95516 hevur í høvuðsheitum styrki í mun til tillaging til landslagi og uppskot 61218 í mun til menning av einstaka bústaðabýlinginum.

Dómsnevndin hevur gjørt eina vegleiðing til víðari viðgerð av økinum og hvørji høvuðsevni dentur skal leggjast á.


Ole Jensen og Heðin Mortensen, báðir í dómsnevndini.

Tvær 1. virðislønir eru tilnevndar, ið fara til toymið við MAP arkitektum og toymið við Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, ið fáa 300.000 kr. í part.

Tvær 2. virðislønir eru tilnevndar, ið fara til toymið Henning Larsen North Atlantic og toymið Fuglark, ið fáa 100.000 kr. í part fyri keyp av hugskotum.

Síðani fara Birita Wardum, býararkitektur og Ole Jensen, arkitektur at greiða frá og í tí sambandi at nevna nøkur eyðkennir, dygdir, fyrimunir og vansar í einstøku uppskotunum.




61218 – Oyggjar á heiði – toymið við Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f
- 1. virðisløn á 300.000 kr.
- Verkætlanin Stóratjørn – oyggjar á heiði, vísir á sannførandi hátt ein nýggjan hátt at skipa býarkenda bygging við atliti at bæði lendinum har bygt verður og at umhvørvinum og felagsskapinum, sum byggingin skal vera karmur um.
- Byggingin er regluføst skipað sum oyggjar, við íblástri úr eyðkennum og mynstrum sum eru í Hoyvík og við kirkjugarðinum í grannalganum.
- Byggingin er skipað í oyggjunum og økið uttanum eru nærum “órørt”.
- Syðstu oyggjarnar báðu megin innkomuvegin verða bústaðar- og miðstaðarbygging, meðan tær norðastu verða til vinnu.
- Ítróttahentleikar eru staðsettir vestanfyri innkomuvegin.
- Vegasamband er til alt økið frá Klingruni yvir til økið vestanfyri innkomuvegin, við einum høvuðsvegi við síðuvegum.
- Gangandi og súkklandi kunnu bæði nýta høvuðsvegin og gøtuskipaninar, sum á einfeildan hátt knýta dalin í grøna geiran sunnanfyri Klingruna.
- Oyggjarnar eru greitt avmarkaðar í lendinum við vallgørðum móti suðri og vestri, og tryggjar hetta góð mikroklimatisk viðurskifti innanfyri byggingina, samstundis sum stórt frælsi er í mun til skipanina av hvørjari oyggj.
- Vallgarðarnir kunnu skapast og samskipast við gerð av infrakervinum og byggingini.
- Ymisku oyggjarnar kunnu hava ymisk býtið millum sethús, randarhús og íbúðir og dám annars.
- Yvirskipað sæð eru smáu løkirnir gjøgnum oyggjarnar varðveittir, og verður víst á møguleikan fyri at regn frá tekjum verður leitt í hesar.
- Ætlanin er vælegnað at stýra menningini í ymiskum tíðarskeiðum og umfatar eina stig fyri stig menning av økinum.
- Soleiðis fara íbúgvar í einari “lidnari” oyggj ikki verða órógvaðir óneyðuga nógv, tá ið næstu oyggjarnar verða bygdar.
- Vinnuøkið og ítróttarøkið er eisini skipað í oyggjar, men øðrvísi. Her kann hvør oyggj vera ein størri bygningur við parkering ella ein bólkur av bygningum uttan vallgarð uttanum.
Avbjóðingar eru í mun til lendið, og vísir uppskotið hvussu smærri anlegg betri kunnu lagast eftir lendinum enn størri anlegg, og hvussu arbeiðast kann víðari í mun til rúmliga avmarking orsakað av atkomu til náttúruna.
- Ítróttaøkið er eisini skipað út frá hugsanini um væl skipað oyggj, har kravda parkeringin verður lagd afturat hvørjari einstakari oyggj, so samlaða parkeringin ikki sýnist so stór.
- Atkoma frá ítróttaøki til Stórutjørn sýnist tó ikki nøktandi loyst.




95516 – Bygdin í býnum – toymið við MAP arkitektum
- 1. virðisløn á 300.000 kr
- Uppskotið lýsir eina sera greiða og umhugsaða støðutakan til bygging á økinum við hollari fatan av dygdum, møguleikum og avmarkingum, sum eru til staðar. Uppskotið vísir sannførandi á ymiskar og nýggjar mátar at skipa bygging og sosialar felagsskapir undir slagorðunum: Livandi – Berandi – Keypandi.
- Bústaðarøkið er staðsett á økinum eystanvert nýggja innkomuvegin og ítróttarøkið, stórhøll og vinnuøkið á økinum vestanvert vegin.
- Uppskotið tekur støði í, at byggingin liggur á skiftisøkinum millum bý og frílendi.
- Uppskotið sýnir stóra virðing fyri landslagnum, náttúru- og mentanareyðkennum.
- Byggingin sum heild er merkt av einari greiðari, avgjørdari sniðgeving í góðum samlagi við lendið.
- Bústaðarøkið er bundið í býarvegakervið í kjørklingruna við Klingruna/Løgmannabreyt.
- Vinnuøkið vendir sær meira til alt landið, enn til lokaløkið, og er bilatkoman til vinnuøkið frá innkomuvegnum.
- Í sjálvum bústaðarøkinum er eitt væl útbygt gongu- og súkklugøtukervi, sum bindir samband millum býlingarnar og frílendið á økinum. Hetta gøtukervið verður eisini knýtt saman í gøtukervið heilt oman í býin.
- Bústaðarbyggingin er skipað sum býlingar við ávikavist “túnhúsum”, “kráum” og raðhúsum.
- Slagorðini Livandi – Berandi – Keypandi ger upp við kendu byggiharra- og eigarasiðvenjuna.
- Byggingin er skipað í eindir, sum passa væl til bygging í stigum.
- “Túnhús”-býlingarnir leggja upp til, at íbúgvarnir gerast partur av einum tøttum sosialum felagsskapi. Hetta er ein búháttur sum er lítið royndur áður, og sum eyðsæð kann menna sterk sosial sambond, samstundis sum hann er avbjóðandi í mun til at seta mark millum privatlív og felagslív.
- “Kráirnar” liggja sum ein “hestaskógv-rond” framvið heygseggini. Inni í kráunum er eitt stórt bilfrítt øki, sum kann skipast til felags endamál eins og til privat útiøki. Eitt stórt felags parkeringsøki er lagt sum belti millum atkomuvegin og byggingina.
- Raðhúsini á hamaranum liggja sum framhald av randarhúsunum Inni á gøtu, og liggja væl í mun til útsýni, sól, fríøki og til lívd fyri útsynningi.
- Vinnuøkini eru skipaði í tveir bólkar í mun til lendisskapið.
- Ítróttarøkið fevnir um tríggjar stórar hallir til ymsar ítróttargreinar, umframt matstovu- og hentleikar. Vegasambandið millum vinnu-, ítróttar økini og stórhøll er ivasamt, eftirsum tað einans er av landsvegnum.


21221 – Ein burðardyggur býarpartur – toymið við Henning Larsen North Atlantic
- 100.000 kr. fyri keyp av hugskotum. Ferðsluskipanin er vælskipað bæði í mun til vegir og til tað opna “rúmið”.
- Uppskotið lýsir, hvussu ein býarpartur kann skipast við fjølbroyttum virksemi og tilboðum sum stimbra og menna lív og trivnað, og geva økinum samleika sum sjálvstøðugur býarpartur.
- Hetta uppskotið rúmar væl fleiri íbúgvum og búeindum, og bygda økið fyllir nógv og frílendið samsvarandi minni.
- Stóra íbúgvaratalið fer at hava stórt trýst á frílendið, plantu- og djóralívið.
- Miðstaðarøkið, sum er víst, krevur eitt stórt fólkagrundarlag, og dómsnevndin ivast í, um grundarlag er undir hesum.
- Mett verður, at økið verður tarnað av arbeiðskoyring og byggivirksemi eitt langt tíðarskeið.
- Bústaðarbygging er løgd á økið eystanfyri innkomuvegin og stórhøllin og vinnuøkið vestanfyri.
- Gøturnar til gangandi og súkklandi binda býlingarnar saman og eru í stóran mun atskildar frá bilferðsluni.
- Bústaðirnir eru skipaðir kring eitt miðstatt “Lítla-torg”.
- Hetta uppskotið, er tað ið hevur flest sethús.
- Á vinnuøkinum eru bygningseindir í ymiskum støddum og verða sæddar sum frámerkir.
- Stórhøllin og uttanumøkið hevur tilvitað snið, ið vísir ikon-status.
- Ítróttarøkið eystan fyri innkomuvegin, við tilhoyrandi parkering fyllir meginpartin av økinum norðanfyri bústaðabyggingina og verður mett at vera skeivt raðfest, og átti hetta økið heldur at verið varðveitt sum frílendi.
- Bústaðarøkið er bundið í kommunala vegin, Klingruna, og vinnuøkið og ítróttarøkið er bundið í landsvegin á tveimum støðum og við Klingruna.
-


81912 – Náttúran fyrst – toymið við Fuglark
- 100.000 kr. fyri keyp av hugskotum
- Uppskotið Stóratjørn – náttúran fyrst, byggir á eina góða lendisgreining og nýtir dygdir frá staðbundnum byggihættum og tilfari.
- Uppskotið skipar bústaðabyggingina í góðum samljóði við verandi bústaðabygging sunnanfyri og vinnuøkið í samljóði við verandi vinnuøki á Hjalla.
- Í “millumøkinum” eru ítróttahentleikar, náttúrudepil og skúli.
- Ein neyv nágreining av skráum, vøtnum, áum,
varðum o.ø. sum samanlagt kortleggja møgulig
byggiøki, og er hetta stýrandi fyri ítøkiligu skipanina av byggilendinum.
- Høvuðsvegaføring er norður frá Klingruni við síðuvegum og vestanfyri innkomuvegin í eina vegaføring uttanfyri kappingarøkið yvir tað velta økið.
- Dalurin við Stórutjørn virkar sum ein grønur mentanaraksi, við gøtuneti til gangandi og súkklandi.
- Byggingin er skipað sum smábygdir rundan um eitt felags torg.
- Bústaðarbólkarnir eru liðiligir í mun til val av byggihættum, men eru ikki væl hóskandi til at rúma sethúsum.
- Bústaðaeindirnar eru stýrdar av sera sniðgivnum leiðreglum, sum hóast teirra sjónligu góðsku, kunnu vera truplir at halda fast í sum frálíður. Vinnuøkini eru eisini skipaði sum býlingar rundanum eitt torg. Parkeringin er skipað partvís í økjunum inn ímóti miðstaðatorginum og partvís í parkeringshúsum, sum dómsnevndin metir sum eina minni sannførandi loysn.
Staðsetingin er ikki greinað so væl.
- Stórhøllin er staðsett heilt uppat innkomuvegnum og við brúgvasambandi tvørturum innkomuvegin. Hetta er mett at liggja ov tætt uppat landsvegi, men við hesari loysnini kundi tó borið til at fingið brúgvasamband tvørturum innkomuvegin. Hendan loysnin og stóra fløtan við parkering á stórum óslættum lendi sýnast ikki sannførandi í mun til samnýtslu av parkeringsøkjum við vestaru vinnuøkini.