19. mai 2020
Heildarætlanin fer at mynda gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum
Arkitektafeløgini SNA og MAP hava bæði vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini um heildarætlanina fyri Stórutjørn. Feløgini verða knýtt at verkætlanini sum ráðgevar, nú Stóratjørn verður løgd til rættis. 

Her er vælkomurøðan hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, tá ið vinnararnir vóru avdúkaðir í Müllers pakkhúsi seinnapartin.


MAP hevur fingið 1. virðislønina


SNA hevur somuleiðis fingið 1. virðislønina.

Tórshavnar kommuna veksur alsamt, og ein støðugt vaksandi býur krevur nýhugsan og rúmari ræsur at liva og virka í. Tí er og verður tørvur á at víðka um býin.

Við hesum í huga samtykti Tórshavnar býráð at leggja lunnar undir framtíðar virksemið við Stórutjørn.

Ætlanir hava leingi verið frammi um hetta stóra økið í Hoyvík. Men fyri Tórshavnar kommunu hevur verið umráðandi, at avgerðirnar um Stórutjørn verða bygdar á bestu býarskipanarligu førleikarnar, sum vit hava í Føroyum.

Føroyskir arkitektar og føroysk arkitektavirki vóru fyrst boðin til hugskotskapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. Síðani vóru fýra toymi undangóðkend at luttaka.

Og nú fyriliggur so dómsnevndarálitið, sum verður avdúkað um eina lítla løtu.

Uppskotini eru spennandi og hyggja fram í tíðina. Tað sæst týðiligt, at nógv orka er løgd í arbeiðið at skipa nógvu fermetrarnar, sum lendið fatar um.

Hetta er samstundis eitt sera umráðandi stig, sum nú verður tikið, og henda heildarætlanin fer at mynda gerandisdagin og trivnaðin hjá túsundtals føroyingum í nógv, nógv ár.

Hvar skal bústaðarbyggingin verða? Hvar skal vinnan halda til? Hvar verður ítrótturin skipaður? Og hvussu verða vegir og gøtur skipaðar. Alt hetta verður avdúkað um eitt lítið bil.

Fari at leggja aftrat, at býráðið hevur samtykt at staðseta eina stórhøll við Stórutjørn. Hon skal kunna hýsa altjóða ítróttargreinum umframt stórum ráðstevnum og ógloymandi konsertum við føroyskum og útlendskum tónleikabólkum.

Annika Olsen
borgarstjóri