20. mai 2020
Reisigildi á Tórsvølli
Í dag seinnapartin varð reisigildið hildið á Tórsvølli, nú vestara skýlið er reist. Vesturskýlið er næstseinasta byggistig í Tórsvallarverkætlanini. Nú er bert eftir at skipa økið frammanfyri FSF-bygningin í suðurendanum og framvið Gundadalsvegnum.

Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu í sambandi við reisigildið.



“Góðan dagin og hjartaliga vælkomin til reisigildi her á Tórsvølli.

Tað er einki at taka seg aftur í, at nýggi Tórsvøllur er ein stoltleiki fyri bæði høvuðsstaðin og landið. Altjóða fótbóltssamfelagið hevur eisini givið Tórsvølli stóra viðurkenning. Saman við góðu úrslitunum hjá landsliðnum hevur áskoðaraupplivingin eisini verið í serflokki.

Alsamt vaksandi altjóða virksemið hjá Fótbóltssambandinum á Tórsvølli setir eisini dám á býarlívið og inntøkur til eitt nú ferðavinnuna. Og tað verður hart tiltrongt í komandi tíðum.

Tað sum kommunan leggur stóran dent á, at okkara ítróttarannlegg hava altjóða góðkenning, alt frá skjótabreytum, til Golfvøll til Tórsvøll til tann nýggja langhylin, sum verður bygdur her í grannalagnum.

At skipa fyri altjóða kappingum er bæði við til at styrkja um evnini hjá okkara ítróttarfólki, og til at økja um inntøkumøguleikarnar hjá kommununi. Fótbóltur, ja ítróttur yvirhøvur og ferðavinna, ganga hond í hond.

Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya settu sær í 2010 fyri at fáa Tórsvøll góðkendan sum altjóða stadion. Alt ítróttarøkið í Gundadali varð skipað, vaksið varð um leikvøllin sjálvan, so hann svaraði altjóða krøvum, gamla endatribunan varð tikin niður, grasvøllurin varð skiftur út við góðkent graslíki og nýtt ljósannlegg, ið lýkur øll krøv til sjónvarping, varð sett upp.

Síðan varð farið at yvirdekka áskoðaraplássini á eystur- og suðursíðuni til tess at reisa verju fyri vindi og regni, og í hesum sambandi at betra um komfort til áskoðararnar. Reistur varð heilt nýggjur bygningur á suðursíðuni, og eystara skýlið kom undir tak í 2015 við nýggjum setrum, vesum og sølubúðum.

Vestara skýlið er framhald av heildarætlanini. Gamla FSF-húsið varð tikið niður og grivið er niður á botn fyri nýggja bygninginum, sum røkkur úr enda í annan. Vesturskýlið er eins og eysturskýlið bygt saman við bygninginum á suðurendanum og skapar sostatt ein samanhangandi form sum hestaskógvur.

Málið hevur verið at røkka altjóða ásetingini um “Category 4” leikvøllir, ið er áseting fyri leikvøllir til altjóða landsdystir. Til tess at røkka hesum, eru allir nútímans hentleikar og umklæðingarrúm til spælarar og dómarar, eins og umstøður til dopingkanningar, læknarúm, fjølmiðlarúm og VIP-hølir á hægsta stigi við skyboksum.

Vestaraskýlið gevur eisini betri umstøður til fótbóltsvirksemið á Niðara vølli. Samlaði áskoðarakapasiteturin á vestursíðuni verður uml. 1.730. Tá liðugt er verður pláss til umleið 5.100 áskoðarar við Tórsvøll.

Eg skal ikki koma inn á tekniskar smálutir, men eg kann nevna, at arbeiðið við vesturskýlinum er fíggjarliga skipað í samstarvi við FSF, so sum øll Tórsvallarverkætlanin hevur verið síðan 2010.

Lisitatiónin uppá bygging av tribunum og bygnigni á vestursíðuni á Tórsvølli var 31. august 2017, og tað vóru J & K Petersen, sum høvdu lægsta boð. Eg skal við hetta høvið takka fyri gott samstarv og higartil vælútint verk.

Í stýrisbólkinum fyri byggingina av Tórsvølli sita fyri kommununa borgarstjórin, Bogi Andreassen og Heðin Mortensen – eisini ein tøkk til tykkum báðar fyri gott samstarv.

Sjálv byggingin verður skipað í partalagssamstarvi millum kommununa og Fótbóltssambandið sum byggiharrar, J&K Petersen sum høvuðsarbeiðstakara umframt MAP arkitketar sum høvuðsráðgeva og HMP, LBF og PC Consult sum undirráðgevarar.

Eftir ætlan verður øll byggingin liðug næsta vár. Og vert er at nevna, at arbeiðið verður skipað soleiðis, at landsdystir og venjing annars á Tórsvølli ikki verður tarnað.

Vesturskýlið er næstseinasta byggistig í Tórsvallarverkætlanini. Nú er bert eftir at skipa økið frammanfyri FSF-bygningin í suðurendanum og framvið Gundadalsvegnum. Kommunan er í fer við at ogna sær gomlu barakkirnar, ið skulu takast niður.

Umframt at gera parkeringspláss til stóru sjónvarpsbilarnar, tá altjóða dystir eru, fer økið at fevna um torg við uppihaldsøki, spæliplássum og vegatkomu m.a. til spælarabussarnar til Vesturskýlið.

Tórsvøllur, sum liggur her í Gundadali – í hjartanum á Havnini – er okkara stoltleiki, samleiki, á ein hátt hjartaslátturin í okkara mentan. Her standa vit lið um lið, her fegnast vit saman, tað er her, vit føroyingar standa saman um okkara landslið.

Kommunan fer nú so smátt í gongd við hetta byggistigið eisini í góðum samstarvi við Fótbóltssambandið. Hetta samstarv, sum í eitt tíggju ára tíðarskeið hevur verið sólskinssøga og í mangar máta eindømi í føroyskum samanhangi, har mørk eru flutt út í heim.

Tillukku við reisigildinum og allarbestu eydnu víðari.”

Annika Olsen,
borgarstjóri