21. mai 2020
Stóratjørn: Dómsnevndin á ástaðarfundi
Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at arkitektavirkini SNA og MAP vunnu 1. virðislønina í kappingini um at gera eina heildarætlan fyri Stórutjørn. 

Økið er tilsamans 800.000 m2 til støddar og liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og hagan fyri vestan.

Dómsnevndin var á ástaðarfundi í sambandi við dømingina, og her eru nakrar myndir frá túrinum.

















Hesi vóru í dómsnevndini:
Tveir fakdómarar, sum Arktitektafelag Føroya tilnevndi, Ellen Marie Braae, landslagsarkitektur útlendskur dómari og Ole Jensen, arkitektur,

Tvey umboð úr umsitingini, Bogi Jacobsen, teknisku stjóri og Birita Wardum, býararkitektur.

Tvey politisk umboð, Marin Katrinu Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini og forkvinna í dómsnevndini og Heðin Mortensen umboðandi andstøðuna.

Ráðgevar hjá dómsnevndini við ongum avgerðarrætti:
• Michael Jacobæus, landslagsarkitektur
• Janus Hansen, ráðgevi innan djóralív
• Barbara Mikkelsen, leiðari á býarskipanardeildini

Skrivari hjá dómsnevndini:
• Rakul Vest Højgaard og Marjun Simonsen, Tórshavnar kommuna