22. mai 2020
Stubbar hvørva ikki í náttúruni
Havnin er deilig nú kafé’ir og matstovur eru latnar upp aftur. Men sigarettstubbar innihalda plast, sum ikki verður niðurbrotið. Tí skulu stubbar ikki liggja á gøtunum og í náttúruni.

Lummaøskubikur kunnu nú fáast í Snarskivuni, Visit Tórshavn og í handlum, matstovum, kafe’um og vertshúsum í kommununi. Sløkk sigarettina, legg stubban í lummaøskubikarið, lat aftur og í lumman. Tá øskubikarið er fult, verður tað tømt og vaskað, og kann brúkst umaftur og umaftur.

Tað eru 378 ruskspannir í Tórshavnar kommunu, sum kommunan tømir, umframt ruskspannir við handlar, matstovur og onnur støð. Hóast tað, er tað ikki altíð, at ein ruskspann er í nánd. Tá er hent at hava eitt lummaøskubikar, so at stubbin ikki endar á vegnum ella í eini rist.

Nógv orka verður brúkt uppá rudding, og ruddingarnar í Tórshavnar kommunu vísa, at rusk áhaldandi er at finna, har tað ikki skal vera. Árliga verður skipað fyri trimum ruddingum, sum eru Ruddingardagarnir, Strandaruddingin og Rudda Føroyar-tiltakið. Harumframt ruddar reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hvønn dag, og nógvir íbúgvar og feløg eru eisini ófør at taka upp.

Fyri at minka um nýtsluna av óneyðugum einnýtisplasti, hevur náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt, at reglugerð verður gjørd, sum m.a. skal eggja til, at einnýtisplast í minst møguligan mun verður nýtt.

Topp 10 plast, uppteljing frá Strandaruddingini 2019:


Spreingileidningar 1956
Annað plast/ókent plast 1487
Flamingo/skúmplast 1129
Patrónproppar 803
Reip, trol, gørn og nótir 666
Innpakningur og einnýtislutir úr plasti 448
Plastposar 380
Sigarettstubbar og snús 280
Plastfløskur 157
Fløskuproppar og lok (plast) 147