22. mai 2020
Kanning: Vilt tú eisini búgva á Velbastað?
Nú eru ætlanir frammi um at stykkja út á Velbastað. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna fyrireikað eina talgilda kanning, har borgarin verður settur nakrar spurningar. Kanningin skal geva eina ábending um áhugan fyri at festa búgv á Velbastað umframt tørv og byggislag.

Far inn á leinki og tak lut í kanningini: https://arcg.is/11CerT

Talan er um økið niðan fyri býlingin undir Borgarhálsi. Reyða frámerkið á kortinum omanfyri vísir økið við ætlaðu útstykkingini á matrikli 3a og 1a.

Økið til ústykkingina er áleið 8300 fermetrar, og lendið er munandi slættari enn undir Borgarhálsi. Vegurin til útstykkingina 'Norðuri á Trøð' er lutfalsliga smalur vegur. Tí verður kannað, hvørt vegurin kann flytast, breiðkast, ella bústaðarvegur kann gerast, soleiðis at hann kann ganga oman av svinginum í útsynning fyri ústykkingina og ígjøgnum byggilendið á staðin.

Í 2019 vóru 249 íbúgvar á Velbastað, umleið 86 húskir. Velbastaður hevur seinastu árini verið bygdin í Tórshavnar kommunu við størsta tilflytaratali. Nógvu útstykkingarnar á Velbastað hava drigið til sín barnafamiljur, og er Velbastaður í dag ein barnarík bygd.

Men er eftirspurningurin eftir bústøðum á Velbastað enn stórur? Og hvussu vilja fólk búgva? Kanningarúrslitini verða grundarlagið undir málinum, tá ið tað verður viðgjørt víðari.