25. mai 2020
100 ára starvsdagar á Fíggjardeildini
Ein lítil samkoma var savnað á Fíggjardeildini í farnu viku, nú ikki færri enn 5 fólk hava starvast á Fíggjardeildini hjá Tórshavnar kommunu í rúma tíð. Samlað hava tær starvast í Tórshavnar kommunu í 100 ár.

Poula Johansen hevur 35 ára starvsdag

Jóhanna Norðfoss hevur 25 ára starvsdag

Tina Johannesen hevur 20 ára starvsdag

Liss á Fjallinum hevur 10 ára starvsdag

Emmily Saxov hevur 10 ára starvsdag

Niels Juel Arge, leiðari á Fíggjardeildini beyð vælkomin, og Annika Olsen helt røðu fyri teimum og handaði gávur.


Frá vinstru: Poula, Emmily, Liss og Jóhanna.