25. mai 2020
Lívfrøðiligt margfeldi
“Vandi er í hvørjari vælferð, og markið ímillum at gagnnýta og misnýta
kann ofta vera torført at seta”
(úr bókini Føroya Náttúra. Lívfrøðiligt Margfeldi)

Í farnu viku var altjóða ST-dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi. 22. mai í 1992 varð teksturin til millumtjóðasáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity) góðtikin á ST-ráðstevnu í Nairobi. 5. juni sama ár varð toppfundur í Rio de Janeiro, har fyrstu londini undirskrivaðu sáttmálan. Føroya Løgting staðfesti sáttmálan 18. desember í 1993.

Endamálið við sáttmálanum er verja og varðveita lívfrøðiliga margfeldi í náttúruni. Hvønn dag hvørva eini 100 plantu- og djórasløg og heilar vistskipanir eru undir stórum trýsti. Tað er ikki nakað nýtt, at plantu- og djórasløg doyggja út, men kanningar vísa, at nú minkar margfeldi hundrað ferðir skjótari enn fyri bert 50 árum síðani. Sáttmálin um lívfrøðiliga margfeldi hevur trý høvuðspunkt, ið londini skulu miðsavna seg um at:

• Varðveita lívfrøðiliga margfeldið
• Nýta lívfrøðiliga margfeldið burðardygt
• Býta ágóðan rættvíst og javnt, ið stendst av, at lívfrøðiliga margfeldið verður gagnnýtt

Hóast Føroyar staðfesti millumtjóðasáttmálan í 1993, so hava vit enn ikki fingið eina føroyska lóg, ið verjir føroysku náttúruna. Vit hava bert eina náttúrufriðingarlóg frá 1970, sum seinast varð broytt í 1995. Fleiri uppskot eru løgd fram um nýggja lóg, men hesi eru ikki vorðin samtykt. So seint sum í farnu viku feldi samgongan eitt uppskot um nýggja margfeldislóg. 

Hóast okkum vantar politiska góðvild, so trýtur ikki við fakfólkum, ið leggja nógv fyri í kunningararbeiðinum. Plantufrøðingurin, Anna Maria Fossá, sála, var ein eldsál og akkersfólk á hesum øki. Saman við Eilif Gaard og Jóannes Dalsgaard ritstjórnaði hon bókina „Føroya Náttúra. Lívfrøðiligt Margfeldi“ (2006), har 20 lívfrøðingar lýsa hvør sín part av føroysku náttúruni. Anna Maria og starvsfelagirnir hava somuleiðis samskipað annað týdningarmikið tilfar, ið kunnar um lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum.

Marita Gulklett og Jens Kjeld, eru tvær aðrar eldsállir, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði at kunna um plantur og djór í føroysku náttúruni. Í útvið 30 ár hava tey ferðast kring landið og skrásett alskyns djór og plantur. Eg ivist, um har er ein planta ella eitt kykt, ið hjúnini ikki hava skrásett. Á heimasíðuni www.jenskjeld.info, kanst tú síggja alt tilfarið.

Marita og Jens Kjeld meta tað vera átrokandi neyðugt, at Føroyar fáa eina náttúruverndarlóg, tí føroyska náttúran er sera viðbrekin, og hon er illa kroyst av ymiskum viðurskiftum.

Hjúnini ilskast um, at mold og plantur verða innfluttar ótarnað, sum ýða í ymiskum eggum, reivverum og ormverum. Mangar innfluttar plantur eru vorðnar innræsnar plantur, t.d. garðaskøran, fuchsia, kirkjubøsóljan og blettuta apublóman. Planturnar flyta seg úr gørðum út í bø og upp í hamrar, og tær køva føroyska upprunavøksturin. Innræsin kykt eru eisini at síggja kring landið, til dømis flatmaðkurin og dreparasnigilin, ið eru til miklan ampa fyri mangir urtagarðseigarar.

Høga áseyðatalið í føroysku høgunum er somuleiðis ein trupulleiki, sambært Maritu og Jens Kjeld, tí høga áseyðatalið elvir til ovurbit. Avleiðingin er, at føroyski upprunavøksturin bert kann vaksa í støðum, t.d. fjallatindum og rókum, har seyðurin ikki sleppur til. Í samband við landbúnaðin viðmerkja hjúnini somuleiðis, at tøðini frá nýggja biogassverkinum kunnu gera stóran skaða, um tey enda úti í náttúruni, har
nógvar sjáldsamar blómur vaksa. 

Rottan, sum tekur alt, sum fyri er, bæði fugl og egg. Hon kom til Føroyar í 1768 og er nú á fleiri føroyskum oyggjum. Marita og Kjeld vænta, at rottan fer at breiða seg enn meira við komandi undirstøðukervinum og ótálmaða innflutninginum, og hetta kann hava óbøtuligar avleiðingar fyri fuglalívð í Føroyum.

Eins og hini føroysku fakfólkini, bíða Marita og Jens Kjeld eftir einari náttúruverndarlóg, og tey vóna, at fleiri tiltøk verða sett í verk fyri at bjarga lívfrøðiliga margfeldinum. Tey skjóta upp, at mann tálmar innflutningin av ES-stuðlaðum grønmeti, plantum, runnum, rullugrasi o.s.f., og heldur rindar eitt sindur meira fyri, at hesar vørur verða framleiddar í Føroyum. Hjúnini viðmæla somuleiðis, at seyðabitið verður skert, at áir og vøtn fáa frið, og at øki við serligum fugla- og plantulívi verða skipaði sum friðøki, har hvørki seyður ella fólk hava loyvi at gera inntriv. 

Nógv kann gerast fyri at verja føroysku náttúruna, og í skrivandi løtu eru vit langt aftanfyri hini londini, sum undirskrivaðu millumtjóðasáttmálan. ST lýsir 2011 - 2020 sum tíggjuáraskeiðið fyri margfeldi. Kunnu vit vóna, at føroysku politikararnir geva okkum eina náttúruverdnarlóg áðrenn árið er úti, og vit siga farvæl við hetta áratíggju? Tíðin er um at renna undan.

Skrivað greinina hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Átakið Lívrunnið burturkast, rávørur og náttúra varpar ljós á nærframleiðslu, og hvussu burturkastið í Tórshavnar kommunu kann minka.