25. mai 2020
Vilt tú leiða ung í summar?
Ung í arbeiði sóknast í løtuni eftir fólki at verða bólkaleiðari í summar.

Bólkaleiðarin leiðir saman við samskiparanum ungdómin, ið ger fyrifallandi arbeiði í kommununi.

Í 2020 arbeiða bólkaleiðararnir frá 22. juni til 17. juli.

Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Viðbót verður latin bólkaleiðarum.

Skráset teg sum bólkaleiðara HER.