24. juni 2020
Stella Maris verður sløkt
Franciskanarasystrarnar í Havn byrjaðu vøggustovu í 1958, og síðan 1965 hevur Stella Maris vøggustova hildið til í stóru sethúsunum við Varðagøtu hinumegin Sankta Jósefs barnagarð og nærindis Sankta Frans skúla.

Tórshavnar kommuna yvirtók stovnin og virksemið í árinum 2000. Pláss er fyri nakað oman fyri 40 børnum.

Bygningurin krevur stóra høvuðsumvæling og er ikki longur tíðarhóskandi til dagstovnavirksemi. Bygningskrøv gera, at tað samstundis verður neyðugt at lækka talið á plássum.

Kommunan hevur tí gjørt av ikki longur at taka fleiri børn inn á stovnin. Starvsfólk og foreldur á stovninum eru kunnað um hetta. Stovnurin verður stongdur um tvey ár. Børnini, sum byrja á stovninum í august, verða soleiðis tey síðstu, og til ber ikki longur at bóka vøggustovupláss í Stellu Maris í skipanini BARN. 

Fleiri vøggustovupláss á øðrum stovnum
Fleiri nýggj vøggustovupláss verða samstundis skipað á øðrum stovnum.
Í miðbýnum verður verandi skúli í Kongagøtu gjørdur um til dagstovn og lagdur aftrat Miðstovninum. Hesi pláss verða boðin út í BARN, so skjótt tíðarætlan fyri umbyggingina er tøk.

Býlingshúsið vesturi á Flat letur eisini nýggja vøggustovu upp eftir summarfrítíðina. Til ber at bóka hesi pláss í BARN í næstum.