24. juni 2020
Bjargaðu ryssu undan omandøtti
Viðhvørt er tað eitt hestaarbeiði at vera sløkkiliðsmaður. Og viðhvørt hava øgiliga spennandi støður tíbetur ein lukkuligan enda. Og sløkkiliðsmenn koma út fyri øllum møguligum.

Í gjárkvøldið komu boð á sløkkiliðsstøðina um, at ein ryssa var um at detta oman. Hon var smokkað úti á eggini omanfyri Føroya Tele í Hoyvík, og vandi var fyri einum falli uppá einar 15 metrar. Og ryssan stakkalin slapp ongan veg og var sera strongd av støðuni.

Her varð borið skjótt at. Ein kranabilur við longum krana kom á staðið beinanvegin og ein stroppur varð fingin undir búkin og um bringuna á ryssuni. Vakthavandi djóralækni kom eisini beinanvegin á staðið.

Kranabilurin fekk lyft hana spakuliga upp eftir skráninginum til hon megnaði at standa. Uppákomin megnaði hon at ganga haðani sjálv. Talan var um eina av teimum fáu eftirverandi og sjáldsomu føroysku ryssunum, so tað kundi verðið stórur missur.

- Stuttligt tá tað lukkast, var viðmerkingin frá Hans David Hansen, átaksleiðara, sum sjálvur tók hesar myndirnar.