24. juni 2020
Karl-Ole frá fyri aldur
Karl-Ole er farin um fráfaringaraldur fyri langari tíð síðani, men gevst ikki í starvinum fyrr enn nú. Tí var ein fráfaringarløta fyri honum seinnapartin.

- Tað er altíð gleðiligt, tá ið starvsfólk ikki fara til hús fyrrenn fleiri ár eftir fráfaringaraldur. Tað er eitt tað besta prógvið um, at tey hava trivist á arbeiðsplássinum. Og trúføstum starvsfólkum kann Tórshavnar kommuna ongantíð fáa nokk av, segði Annik Olsen, borgarstjóri, í røðu fyri Karl-Ola.

Nú hann gevst í starvinum, hevur hann tænt kommununi í nærum tvey áratíggju.

- Eitt hugskot er einki vert uttan fólk, sum kunnu fremja hugskotini í verki. Og her ert tú altíð til reiðar. Tú leggur til brots við einum smíli og ert altíð klárur við eini hjálpandi hond.

- Hóast tú er elsti maður, so hevur tú hjálpt fleiri húsavørðum, tá ið eitthvørt er við millum annað teldum og telefonum. Fyrsta teldan, sum kundi goyma eitt elektroniskt forrit varð uppfunnin í 1948. Teldan varð kallað Manchester Baby. Hetta sama árið vart tú borin í heim. Um tað er tilvildarligt ella ikki, er ilt at meta um, men tú ert í øllum førum væl við tøkniliga.

Sjá fleiri myndir á Facebook.