24. juni 2020
Fundur í Arctic Mayors' Forum
Næsti fundurin í Arctic Mayors' Forum verður í oktobur, og tann fundurin verður í Føroyum. 

- Tað hevur stóran týdning, at fundurin verður hjá okkum, tí vit kunnu vísa borgarstjórum úr øllum londunum í Arktis, hvat Havnin er, og Føroyar eru.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, hevur seinnapartin verið á fundi saman við felagsskapinum fyri borgarstjórar í arktisku londunum. Fundurin varð hildin á netinum. 

Borgarstjórarnir umrøddu millum annað fundin, sum verður í Havn í oktobur. 

Tórshavnar kommuna er stovnandi limur í Arctic Mayors' Forum, og við felagsskapinum eru Føroyar veruliga við í arktiskum samanhangi við sjálvstøðugari rødd. 

Borgarstjórarnir hittast í Havn hósdagin 8. oktobur 2020.

Arctic Mayors’ Forum er lokala røddin í arktiskum politikki. Arbeitt verður við at fáa Arctic Mayors’ Forum eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum til tess at fáa lokala atlitið við í framtíðina í Arktis. Hetta verður eitt av málunum á skrá, tá ið borgarstjórar úr arktisku londunum hittast í Havn til heystar.