25. juni 2020
Gera lendisgøtu út á Hvítasand
Lendisgøturnar í kommununi hava ongantíð verið so nógv brúktar sum beint nú. Arbeiðið at fríðka um og víðka gøtukervið í kommununi heldur fram.

Nú verður farið undir at gera gøtuna út á Hvítasand á Boðanesi. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.



Henda lendisgøtan er partur av frílendisætlanini fyri Boðanes-Hoydalar, sum varð einmælt samtykt í býráðnum 22. novembur 2017.

Frílendisætlanin er umfatandi, og tí er gjørd ein stigvís langtíðarætlan fyri verkætlanir, sum fríðka um býin. Næst fyri er gøtan út á Hvítasand.

Gøtan er mett at kosta 350.000 kr.