25. juni 2020
Súkkluskýlið flutt úr Tórsgøtu í Steinatún
Herfyri varð umrøtt at lata gera súkkluskýli á Tórsgøtu. Tann ætlanin er slept. Parkeringsplássini í Tórsgøtu verða varveitt - umframt at fýra nýggj parkeringspláss verða gjørd á Skálatrøð.

Áhugin fyri at súkkla er vaksandi, og alsamt fleiri síggjast súkkla í býnum. Nú er so ein nýggj staðseting funnin til súkklurnar, sum bara gerast fleiri í tali.

Efti rætlan verður gamla kioskin í Steinatúni umvæld og gjørd til eitt alment súkkluskýli.

- Her kunnu súkklandi seta súkkluna, og her fer eisini at bera til at fáa luft í súkkludekkini og at løða el-súkklur, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.

Um somu leið verður tekjan ætlandi víðkað, so fleiri kunnu kroka undir hálvtekjuni uttan fyri súkkluskýlið í Steinatúni, sum longu er ein miðdepil hjá teimum, sum koyra við býarbussunum. Nú verður Steinatún eisini ein miðdepil hjá teimum súkklandi.

Arbeiðið verður boðið út í næstum.