25. juni 2020
Endurnýggja landstreymsskipan á Vestaru Bryggju
Fleiri av skipunum, ið liggja við Vestaru Bryggju, taka vanliga landstreym. Mett verður, at tað hevði borið til at fingið enn fleiri skip at tikið landstreym, um skipanin var endurnýggjað, nútímansgjørd og víðkað, og harvið gjørd meiri brúkaravinarlig og attraktiv.

Í dag ber til at veita 63 Ampere í 3 støðum og 125 Ampere í einum staði. Við landingarmiðstøðina Barðið liggja skip javnan og landa, men har er einki streymúttak nærhendis, tí hevði verið ynskiligt at víðka skipanina har, til at kunna veitt landstreym har eisini.

Við verandi skipan er torført og í summum førum ógjørligt at máta og halda skil á nýtsluni av landstreymi, og serliga, um fleiri skip taka streym samstundis. Ynskiligt hevði tí verið við eini meiri nýmótans skipan, sum mátar og avroknar nýtsluna sjálvvirkandi, sohvørt nýtslan fer fram, og sum forðar fyri óheimilaðari nýtslu.

Havnameistarin mælti herfyri til at biðja um undirhondstilboð frá teimum báðum el-installatørunum, ið Tórshavnar Havn vanliga nýtir til tílíkar uppgávur, LM Electric og Install, og mælti seinni til at taka av tilboðnum frá Install.

Vinnunevndin og fíggjarnevndin tóku undir við at játta 600 túsund til arbeiðið, og hetta varð einmælt samtykt av býráðnum í kvøld.