25. juni 2020
Byggja 18 íbúðir á Hvítanesi
Søkt er um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av planeraða økinum, ið liggur niðanfyri vegin, tá koyrt verður oman á Hvítanes, har eitt lítið landbúnaðarøki verður broytt til bústaðarøki.

Ætlanin er at byggja 9 bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum. Um loyvi skal gevast, er neyðugt at broyta byggisamtyktina.

Mett verður, at broytingin, søkt verður um, er lítil og hevur lítla ella onga ávirkan annars á økið. Staðbundna nevndin á Hvítanesi viðmælir eisini broyting av byggisamtyktini, treytað av at nøkrum broytingum í sambandi við vendi- og parkeringspláss.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti í gjár at taka undir við tilmælinum, sum varð samtykt á býráðsfundinum í kvøld.