27. juni 2020
Hjartaliga til lukku, Hotel Brandan
Nýggja gistingarhúsið í Havnini, Hotel Brandan, letur upp mikudagin 1. juli.

Á Hotel Brandan eru 124 kømur, fýra fundarhøli, matstova, venjingarhøli, sauna og heitir pottar.

Í dag eru fløggini vundin á stong, nú gistingarhúsið hevur opið hús. Borgarstjórin, Annika Olsen, var á gátt.

Alheimsfarsóttin hevur órógvað allan heimin, men føroysk vinna trýr enn uppá framtíðina.

Rógvi Mikkelsen fer at leiða starvsfólkini, sum fara at veita føroyingum og gestum góða og fjálga tænastu allar dagar í árinum.