30. juni 2020
Nú ber til at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannalagnum
Grannaløg og eigarafeløg kunnu nú søkja kommununa um stuðul til at skipa, hugna um og halda ólavsøku í ymisku grannaløgnum í kommununi.

Til ber hjá hvørjum einstøkum eigarafelagi ella grannalagi at søkja um upp í 10.000 krónur í stuðuli. Umsóknirnar verða viðgjørdar soleiðis, at grannaløgini verða spjadd væl í býnum.

Søkt verður um stuðulin til at halda ólavsøku í grannalagnum HER.

Peningurin verður fluttur umsøkjaranum eftir ólavsøku, tá ið kvittanir fyri útreiðslur eru sendar kommununi. Kommunan sendir eina váttan, um grannalagið fær játtað stuðulin, og hvussu nógv verður játtað.

Peningurin kann nýtast til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar, beinkrir og keypa undirhald. Stuðulin kann ikki nýtast til mat og drekka.

Grannaløgini binda seg til og hava skyldug til at rudda upp eftir sær, tá ið ólavsøkan er av.

Seinasta freist at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannaløgum er sunnudagin 12. juli. Ein persónur skal standa sum umsøkjari fyri einstøku grannaløgini. Kort yvir øki, sum fáa stuðul, verður tøkt á heimasíðu kommununnar.

Eru ivamál um, hvussu skrásetingin fer fram, ber til at ringja antin 273044 / 213143 / 212318.

Stuðulin til at halda ólavsøku í grannaløgum er eitt tilboð til grannaløg og eigarafelag, men talan er á ongan hátt um eitt krav, men tað stendur øllum frítt at søkja.

Reglugerð um stuðul til at halda ólavsøku.pdf 

Legg til merkis: Skipanin sendir onga fráboðan til umsøkjara um, at umsóknin er móttikin. Men til ber at síggja á kortinum, at umsóknin er komin inn.