01. juli 2020
Skørukríggj við Sólareygað
Skøran ger um seg í allari kommununi. Eisini við Sundsvegin. 

Á Dagstovninum Sólareygað hava tey brett upp um armar. Børnini eru farin í skørukríggj.

- Vit hava nógva skøru her uppi og allastaðni her um leiðir, sigur Mirjam Johannesen, leiðari á Dagstovninum Sólareygað.
  
Nú eru børnini so farin í herðnað -  fyrst og fremst inni í garðinum, men sum myndirnar eisini vísa, hava elstu børnini leitað sær út um garðin saman vid starvsfolkum at taka blómuna av skøruni, so hesar í øllum førum ikki spreiða seg.